Tað stendur einki til á Old Trafford. Mikukvøldið taptu meistararnir 1-0 á heimavølli ímóti Everton, og tíðliga seinnapartin var aftur galið. Hesa ferð løgdu favorittarnir í United rygg til eyðmýkjandi 1-0 heimatap ímóti Newcastle. Harvið hevur United bara vunnið seks av fimtan landskappingardystum í hesum kappingarárinum.
Úrslitið er merkisvert á so mangan hátt. 33 tær seinastu ferðirnar er Newcastle farið av Old Trafford uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Tað eru 41 ár síðani síðsta Newcastle sigurin á útivølli ímóti Manchester United. Newcastle hevur ikki vunnið á Old Trafford síðani 1972!
Tað er merkisvert, at avrikið hjá heimaliðnum var lítið sannførandi. Eldhugin og vinnarahugburðurin, sum bar liðið fram í tíðini hjá Alex Ferguson, tá ið spælið ikki gekk sum smurt, sást tað lítið til. Ikki minst fram ímóti dystarenda, tá ið tað var Newcastle, sum legði nógv fyri í stríðnum at verja leiðsluna, sum Yohan Cabaye skoraði í 61. minutti.









