Nú er koyrikortið hjá øðrum bilføraranum í vanda

Um náttarðatíð í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havn

Um seks tíðina í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi í Havn. Talan var um tveir bilar, sum høvdu stoytt saman á krossvegnum ímillum R.C. Effersøesgøtu og Gripsvegin. Hetta er eitt tað ferðsluríkasta vegastrekkið í landinum, og bilarnir steðgaðu mitt í krossinum, so ferðslan var eitt sindur tarnað eitt skifti.

 

Løgreglan sigur, at óhappið hendi, tá ið ein bilur kom oman eftir Gripsvegnum. Hann hevur treytaleysa víkiskyldu, og tað er víst við hávatonnum. Men av eini ella aðrari orsøk helt hann ikki víkiskylduna, men helt beina kós út á R.C. Effersøesgøtu og rendi beint í síðuna á einum bili, sum kom niðan eftir.

 

##med2##

 

Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men bilarnir báðir fingu so stóran skaða, at sløkkiliðið mátti til fyri at fáa teir burtur. Løgreglan sigur, at bilførarin, sum kom oman eftir Gripsvegnum verður skuldsettur fyri at hava brotið treytaleysa víkiskylduna, og tá ið so stórur skaði stendst av tí, kann hann vænta at missa koyrikortið treytað. Sostatt má hann taka tað av nýggjum, annars missur hann tað heilt og sleppur ikki at koyra bil longur