Nú er koyrandi aftur ígjøgnum tunnilin

Hann hevur verið stongdur eitt bil

Nú er koyrandi aftur ígjøgnum Norðoyatunnilin. Fyri einum sløkum tíma boðaði løgreglan frá, at tað hevði verið neyðugt at steingja tunnilin tí at ein stong til eitt ljós undir loftinum, var loysnað, og var til vanda fyri ferðsluna. Men nú er stongin hongd uppundir loftið aftur og tunnilin er latin upp aftur, sigur løgreglan.