Nú er koyrandi aftur her

Men enn einaferð er grót komin á vegin og Landsverk sigur, at tað er neyðugt at koyra við varsemi

Nú er koyrandi aftur til Gásadals eftir at ein skalvur leyp á vegin í morgun. Landsverk fekk boðini, og hevur nú grivið kavan burtur aftur. Klokkan 11 var sostatt koyrandi aftur. Myndin er frá Landsverki

 

Men hinvegin er grót eisini komiđ oman á vegin, í Líðini, á Tjørnuvíkarvegnum. Landsverk sigur, at tađ er koyrandi sum er, men tey heita á bilførarar, um at vísa størsta varsemi.