Nú er koyrandi aftur

Løgreglan sigur, at treylarin er fingin upp aftur

Nú er koyrandi aftur, eftir at ein treylari fór út av í Funningsfirði fyrr í kvøld.

 

Treylarin fór útav í krossinum millum Gerðisveg, Funningsveg og Fjarðavegin, men tað var ikki koyrandi til Elduvíkar, og tað var heldur ikki koyrandi til Funnings ella til Gjáar tann vegin.

 

Løgreglan sigur, at treylarin var fullur, so tað var eitt størri arbeiði at fáa hann upp aftur. Men ein gravkúgv kom úr Kollafirði, og tað eydnaðist at hála trailaran upp aftur.