Nú er konditaríið í Havn til sølu

Ognirnar hjá P/F Frants Restorff eru lýstar til sølu

Onkrar leysasøgur hava gingið um, at Konditaríið hjá Frants skuldi opnað aftur, og fingu tær kanska bein at ganga á, tá handilin Noa Noa, ið annars hevur hildið til í hølunum, har Konditaríið lá, lat aftur við ársenda.

 

Nú letur tó til, at hetta ikki er meiri enn leysasøgur, tí partafelagið Frants Restorff er nú sinnað at selja ognir sínar, um hóskandi boð fæst.

 

Tað eru ikki mong ár síðani, at Frants Restorff var ein týðandi partur av miðbýarlívinum í Havnini. Konditaríið og bakarin settu sín heilt serliga dám á miðbýin og mong munnu tey vera, ið halda, at saknur hevur verið í teimum, síðani tey lótu aftur.

 

Frants Restorff opnaði fyrsta bakaríið í heimi sínum í Sigmundargøtu í 1902, men í 1906 flutti bakaríið til hornið av Sverrisgøtu og Tórsgøtu. Í samfull 100 ár, lá bakaríið á horninum, inntil tað lat aftur í 2006.

 

Í dag eru tað eftirkomarar hjá gamla Frants Restorff, ið stýra samtakinum. Heini Restorff er stjóri, meðan Brynhild Restorff er nevndarformaður. Hinir nevdnarlimirnir eru Heini Restorff og Egil Restorff.

 

Nú eru ognirnar hjá partafelagnum settar til sølu, um hóskandi boð fæst. Talan er um tríggjar matriklar. Konditaríið á Káta horninum stendur fyri seg og húsini í Sverrisgøtu, har matstovan Marco Polo heldur til í dag, stendur fyri seg. Seinasti matrikulin umfatar allar bygningarnar knýttar at gamla bakarínum, tað vil siga handilin sjálvan, umframt reyðu bygningarnar aftanfyri, ið hýstu bakarínum og øðrum virksemi. Eisini hoyra eini sethús í Magnus Heinasonargøtu til ognina.

 

Sí annars lýsing í Sosialinum í komandi viku.