- Nú er klárt til Everest

Fyrireikingarnar eru komnar somikið væl áleiðis, at 40 ára gamli Arne Vatnhamar nú kann siga við vissu, at hann fer upp á heimsins hægsta fjall

Fyrireikingarnar eru komnar somikið væl áleiðis, at 40 ára gamli Arne Vatnhamar nú kann siga við vissu, at hann fer upp á heimsins hægsta fjall.

 

Um minni enn tveir mánaðir fer Arne Vatnhamar undir sína størstu avbjóðing.

 

40 ára gamli leirvíkingurin hevur sett sær sum mál at vera fyrsti føroyingur á Mount Everest.

 

Til tað krevst nógv og hørð venjing, útvið ein hálv millión krónur umframt at nógv praktisk viðurskifti eru komin uppá pláss.

 

- Nú kann eg siga, at alt er komið uppá pláss. Eg havi fingið sponsoravtalurnar uppá pláss, pengarnir fyri túrin eru goldnir og fysiskt eri eg væl fyri, sigur Arne Vatnhamar.

 

6. apríl fer leirvíkingurin úr Danmark ta langu leið til Katmandu í Nepal, og síðani gongur leiðin upp á heimsins hægsta fjall.

 

- Gongst sum ætlað, so standi eg ovast á Mount Everest umleið 25. mai, sigur Arne Vatnhamar.

 

Lurta eftir Rás2 millum klokkan 14 og 15, tá vit tosa við Arna Vatnhamar.