Spenningurin um, hvør fer at vinna FM í kappingini millum 10-mannaførini er varðveittur til á ólavsøku, tá ið talan verður um finaluróður um meistaraheitið.
Hóast Drekin Reyði er eitt stig undan Klaksvíkingi, so kann ikki sigast annað eftir róðurin í dag, enn at klaksvíkingar nú eru FM favorittar.
Drekin Reyði og Havnarbáturin vóru í startinum eitt vet undan Klaksvíkingi. Tað var tó skjótt, at Klaksvíkingur fótaði sær. Tá ið hann fekk startin framum kappingarneytarnar, so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða.
Tað var eingin spenningur um úrslitið á Sandavági. Klaksvíkingur var tvær bátslongdir undan Drekanum Reyða, sum aftur var greitt frammanfyri Havnarbátin. Ormurin Langi var klárt nummar fýra.
1 | Klaksvíkingur | 04:28.09 | ||
2 | Drekin Reyði | 04:32.09 | ||
3 | Havnarbáturin | 04:38.04 | ||
4 | Ormurin Langi (RK) | 04:41.08 | ||
5 | Nólsoyingurin | 04:47.14 | ||
6 | Hvítravnur | 04:55.04 | ||
7 | Skálabáturin | 04:56.13 |
1 | Drekin Reyði | 39 | ||
2 | Klaksvíkingur | 38 | ||
3 | Havnarbáturin | 31 | ||
4 | Ormurin Langi (RK) | 24 | ||
5 | Nólsoyingurin | 18 | ||
6 | Hvítravnur | 2 | ||
7 | Skálabáturin | 1 |