1. deild menn:
KÍF-Neistin 15-18 (6-11)
Tað komu ikki nógv mál, tá KÍF og Neistin spældu botndyst í ítróttarhøllini á Skála sunnudagin.
Dysturin eftir við sigri til Neistan, sum var aftast, men sum við teimum báðum stigunum, teir fingu burtur úr botndystinum, tók seg fram um KÍF.
Neistin var frammanfyr so at siga allan dystin, og fyrsta korterið av dystinum tóku teir sær stóra leiðslu. Teir komu fram um 6-2, og allan fyrra hálvleik hildu teir munin, so at støðan í hálvleikinum var 11-6.
Seks mál er ikki nógv at gear í ein hálvan tíma, og tað gjørdist lítið frægari hjá KÍF í seinna hálvleiki, tí hóast teir togaðu seg upp á 14-14, fekk Neistin meiri burtur úr endanum av dystinum og vann 18-15.
Hjá Neistanum var spælandi venjarin, Benny Vium, topskjútti við fimm málum, meðan Eddie Joensen var besti málskjútti hjá KÍF, hann gjørdi fýra mál.