Eftir seks vikur í russiskum sjógvi í Barentshavinum er trolarin Akraberg nú á veg heim við umleið 900 tonsum av frystum fiski.
Skip og manning, sum loystu í Føroyum hin 17. november, verða á Fuglafirði seinnapartin av hesi vikuni, helst 2. jóladag.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at Akraberg hevur nærum fulla last, og meginparturin av veiðini er góður toskur. Øll veiðan er fryst, og her verður høvi hjá føroyskum og útlendskum keyparum at bjóða upp á fiskin.
Av og á hevur verið frammi, at eitt, sum kundi økt um virksemið innan fiskaframleiðslu í Føroyum, hevði verið keyp av frystum fiski, og reiðarin vísir á, at her er ein møguleiki hjá føroyskum keyparum at bjóða seg fram.
- Vit fara at selja veiðina, har vit kunnu fáa mest fyri hana, og sjálvandi eru føroyskir fiskakeyparar eisini vælkomnir at bjóða, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Hann vísir á, at møguleikarnir hjá Akrabergi í løtuni eru at heilfrysta og í øðrum lagi at skráskera og frysta.
- Jú, onkur hevur nevnt fyri okkum, at frysti fiskurin, sum Akraberg nú kemur heim við, kundi verið ein møguleiki at byrgt upp fyri lutfalsliga smáu nøgdunum av toski og hýsu undan Føroyum, sigur Anfinn Olsen.
Við Akrabergi henda túrin eru 28 mans.