Tá ið tað fer at líkjast eini herferð, er tað ikki stuttligt longur. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, og formaður fyri Miðflokkin. Í fyrradagin gingu tvær lygusøgur um Jenis av Rana, og Miðflokkin.
Í tí fyrra førinum varð eitt tíðindaskriv sent øllum miðlum í landinum um, at Miðflokkurin vildi hava navnið á høvuðstaði okkara, Tórshavn, broytt til Guðhavn fyri at sipa til, at vit eru ein kristin tjóð. Og seinni fór tann lygusøgan at ganga á Facebook, ay Jenis av Rana hevði fingið koronu. Helst verður sipað til, at fyrr í vikuni boðaði hann frá, at sum støðan er nú, fer hann ikki at lata seg koppaseta fyri koronu, tí hann sigur, at tað er alt ov stórur ivi um, hvussu trygt koppingarevnið er.
Jenis av Rana segði við FM1 í gjár, hendir slíkt einaferð, kunnu vit kanska flenna at tí eina løtu, men tá ið tað fer at líkjast eini herferð, er tað ikki stuttligt longur.
Hann heldur, at slíkur atburður setir fólkaræðið í vanda. Fólkaræðið gevur okkum frælsi til at sita í skýmaskotum og bryggja slíka søgur sama og stuttleika sær við tí, men hatta er ein beinleiðis vandi fyri talufrælsi.
– Tá ið fólk vita, at vandi er fyri at tey verða hongd út tá ið tey siga sína meining, er tað ein spurningur um tað ikki tippir fólk, so at tað bara vera nøkur heilt fá, sum tora at taka lut í almenna orðaskiftinum, ella kanska at stilla upp til val, sigur Jenis av Rana. Og so er tað brádliga ein vandi fyri fólkaræðið, tí tað kann fáa fólk at tonkja tann tankan, at tann prísin eru tey ikki sinnað at rinda.
– Tey, sum sita soleiðis og ikki tora at siga sína hugsan, men eru dulnevnd tá ið tey hongja fólk út. Eitt mark má vera, hvussu tápulig, fólk kunnu vera og eg havi eina áheitan á tey, sum hava funnið upp á hetta. Vælsignaði beri tykkum at, sum vaksin fólk og hugsi um, hvat tit gera, og hvussu tit ávirka samfelagið á negativan hátt. Hetta kunni tit ikki vera bekent, sigur Jenis av Rana.