Nú er hesin tøkur hjá HB

Betri deildin menn: Emmanuel Agyeman Duah hevur enn ikki verið á vøllinum fyri HB, men tað kann broytast sunnudagin

Tað tók sína tíð, men nú er arbeiðsloyvið hjá Emmanuel, sum kom úr svenska felagnum Eskilstuna, endiliga komið uppá pláss, skrivar HB.fo.

 

Tað var í februar, at sáttmáli var skrivaður við 21-ára gamla Emmanuel Agyeman Duah. Striltið hevur gingið at fáa síðstu loyvini uppá pláss, men nú er tað síðsta avgreitt og góðkent, og hann er klárur at spæla.

 

– Emmanuel hevur arbeitt hart seinastu mánaðarnar, og er í toppformi. Enn manglar hann dystarvenjing, men hann er nú tøkur hjá okkum, og tað er møguligt, at hann fær ein leiklut í dystinum ímóti B36 sunnudagin, sigur Adolfo Sormani, venjari hjá HB við heimasíðuna hjá felagnum.

 

HB spælir sunnudagin móti B36 í 8. umfari í Betri deildini hjá monnum.

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 Víkingur77002131821
2 HB76011551018
3 7502156915
4 NSÍ74031410412
5 B3673221411311
6 07 Vestur73221011-111
7 Skála ÍF72141113-27
8 EB/Streymur7115913-44
9 B687016315-121
10 ÍF7016631-251