Eftir at hava ligið við breki í meiri enn tveir mánaðir er strandfaraskipið, Hasfjord, loksins settur í sigling aftur. Tað var 10. mai, at Hasfjord fekk eitt traktordekk um skrúvuna inni í Skopunarhavn og tað førdi so stóran skaða, at skipið hevur ligið síðani.
Hann varð sleipaður til Havnar, har hann hevur verið á Mest og har vísti tað seg, at bæði kopling og gervi vóru so illa farin, at tað gjørdust ikki aftur. Men trupulleikin er, at Hasfjord er heili 47 ára gamal og tí var ringt at fáa eykalutir. So tey fingu tað, sum passaði frægast, men teir passaðu kortini so illa, at fleiri broytingar máttu gerast fyri at fáa alt at passa.
Men í gjár var so liðugt at seta saman aftur, og tá ið hann var ein royndartúr, vísti alt seg at rigga sum tað skuldi. Tí fór hann aftur í sigligt í gjár, men Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at í dag er veðrið so ringt, at hann liggur. Hann sigur, at tað er ikki so nógv at flyta í dag, at tað er neyðugt at seta hasfjord í sigling, men nú er hann so aftur til taks.