Grindin, sum varð funnin út fyri Leynar fyri tveimum tímum síðani, er nú hildin til. Hon varð rikin inn á Leynar, og tað gekk ikki leingi, so var hon deyð.
– Hon er dripin og sleipað út, so nú er hon á veg til Kvívíkar, har hon skal skerast upp seinni, sigur Zacharias R. Jacobsen, tiltaksformaður.
– Drápið gekk væl, tað haldi eg, sigur hann.
Hvussu nógvir hval vóru?
– Eg rokni við, at har eru umleið 40-50 hval, sigur hann.











