Nú er full ferð komin á aftur

Talið á ferðafólki hevur sett nýtt met

Nú er aftur full ferð á hjá teimum á flogvøllinum í Vágum. Eftir eina rættiliga slaka byrjan, ímeðan omikron framvegis herjaði, fór ferðafólkatalið á Vága Floghavn upp um talið í mai í 2019, sum var tað seinasta korona-fría árið. Í mai í ár var ferðafólkatalið nevniliga 7,7 prosent hægri enn tað var í mai mánað í 2019. Í mai í ár feraðust 43.583 fólk um flogvøllin í Vágum afturímóti teimum 40.474 fólkunum, sum fóru um floghavnina í mai 2019.

 

##med2##

 

– Hóast tað gekk illa fyrst í árinum, sær nú út til, at vend er komin í og vit hava góðar vónir fyri summarinum og restini av árinum, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri á flogvøllinum, í eini frágreiðing. 

 

Sum støðan er nú, væntar hann, at summarið fer at líkjast tí vit sóu í 2019, kanska eitt vet betri, leggur hann afturat. Men hann ásannar eisini, at hóast útlit eru fyri einum góðum summari skal kortini nokk so fitt til, at metárið 2019 verður tikið.

 

Talvan vísir, at í mai í ár fór ferðafólkatalið upp um talið í metárinum 2019. Men talvan vísir eisini, hvussu hart korona rakti árið í fjør, og fyrrárið