Nú er friðarligt í Vallalíð

- Nú síggja vit, hvat lív hetta hevur skapt her í umhvørvinum og grannalagnum, sigur Anna Rubeksen, verkætlanarleiðari.

- Tað er ikki okkara kenslur, sum hava týdning, nú fenaðurin, sum hevur verið knýttur at Heiminum við Vallalíð, er burtur. Hetta hevur heldur verið sálarbót hjá teimum minnisveiku, sum hava verið við í verkætlanini.

 

Tað sigur Anna Rubeksen, ið hevur staðið fyri verkætlanini á Heiminum við Vallalíð í Havn - at aktivera minnisveik undir 67 ár. 

 

Hon sigur, at tá farið varð undir hesa verkætlan fyri umleið hálvum fimmta ári síðan, vóru fýra minnisveikir menn undir 67 ár knýttir at henni. Men, sum árini eru gingin er bara ein av hesum monnum eftir.

 

- Almannaverkið helt gott um verkætlanina og helt, at hon hevði góða og positiva ávirkan á menninar, sum vóru við í henni - og á búfólkið á stovninum yvirhøvur. 

 

Anna Rubeksen sigur, at Heimið við Vallalíð hevur havt eina játtan til verkætlanina, og sjálv hevur hon sæð stórar møguleikar í henni við eitt nú rehabilitering av minnisveikum.

 

- Endamálið hevur verið at hjálpa hesum fólkum at vera virkin sum longst og at hjálpa teimum at hava eitt meiningsfult lív. Men, sum seinasta tíðin hevur verið, hevur talan bara verið um fyribilsloysnir, og tað ber ongan veg, sigur hon.

 

Hon vísir á, at nú eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita, og stovnurin nú liggur undir Heilsu-og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, hava tey valt ikki at stuðla verkætlanini meira.

 

- Vit vildu gjarna, at verkætlanin helt fram, og at vit fingu høvi at skipa hana ordiliga, soleiðis at nógv fleiri kundu verið knýtt at henni og fingið gleði av verkætlanini. Men, hetta hevur so ikki borið á mál, og tí er allur fenaðurin nú tikin av.

 

Anna Rubeksen sigur, at nú fenaðurin er burtur - og bert tríggjar kettur vera eftir á Heiminum við Vallalíð - er vorðið rættiliga friðarligt í umhvørvinum.

 

- Nú síggja vit veruliga, hvat lív hetta hevur skapt her í umhvørvinum og grannalagnum, og tað er hugstoytt, at vit nú eru allan henda fegnaðin, ið skapti so nógv lív og so nógva gleði, fyriuttan, leggur hon aftrat.