Back to the Future var eitt av heilt stóru filmshittunum í 80'unum. Fyrsti filmurin kom í 1985, tann næsti í 1989 og triði og seinasti filmurin kom í 1990.
Í filminum hevur Emmet Brown "Doc" uppfunnið eina maskinu, sum ger tað gjørligt at ferðast í tíðini. Hetta royna hann og ungi vinmaðurin, Marty McFly, fleiri ferðir í teimum trimum filmunum, og tað er ikki hissini upplivingar, sum teimum berst fyri, tá teir av og broyta framtíðina við teirra gerðum í fortíðini.
Tað áhugaverda júst í dag er, at 21. oktober 2015 var dagurin, har teir báðir fyrstu ferðina ferðast til framtíðina. Hetta var í 2'aranum, har Marty kemur eftir, at tann óndi Biff hevur ferðast aftur í tíðina við maskinuni hjá Doc, so hann fær betrað sína egnu lagnu. Biff hevur enntá dripið pápa Marty og gift seg við einkjuni, so tað sigur seg sjálvt, at Marty noyðist at bøta um skaðan.
Framtíðin, sum hon sær út í filminum, er tó ikki sama framtíð, sum vit kenna í dag. Enn hava vit ikki flogfjølir og flúgvandi bilar, hóast tað ivaleyst eru mong viðurskifti, sum eru broytt síðani 1989.
Høvuðsleiklutirnar í teimum trimum filmunum høvdu Michael J. Fox og Christopher Lloyd.










