Á facebook vanganum hjá Varveitið náttúrøkið við Sandá sæst, at í kvøld er felag stovnað og nevnd vald.
Har stendur millum annað soleiðis:
Takk til tykkum 71, ið nú hava meldað seg um lim í nýstovnaða felagnum "Náttúrufylkingin - Sandá at frama". Takk fyri góða uppmøting, viðkomandi spurningar og gott orðaskifti.
Tey fimm, ið eru vald í fyrstu nevnd felagsins eru Jenny Old, Høgni Háberg Hansen, Heri á Rógvi, Urd Johannesen og Jóhann Mortensen. Tiltakslimir eru Hallur Andreasen og Jógvan í Grógv.
Á facebook vanganum verður eisini upplýst, hvussu limir kunnu tekna seg, og at nærri frættist, tá felagið formliga er stovnað og nevndin hevur skipað seg.