Tað gekk, sum tað plagar, tá ið ÍF og Víkingur hittast í grannauppgerð í Fløtugerði í Fuglafirði.
Víkingar eiga betri fótbóltsspælarar og betri fótbóltslið, enn teir í Fuglafirði eiga. Men tað gongur av álvara rætta vegin hjá Alex Jovevic og hansara monnum. Tað sást í dag. Víkingur var leikliga omaná, men ÍF arbeiddi støðugt sum fyri lívinum, og í verjuspælinum liðið var sera væl skipað.
Tað vóru nógvar spentar støður í ÍF brotsteiginum, men støðugt lúrdi møguleikin fyri, at tað skuldi eydnast ÍF at verða vandamikið í mótálopum. Serliga tí Jhon Mena var støðug hóttan í ÍF álopinum við sínum skjótleika, kropsligu styrki og góða bóltførleika.
-Vit eru vónbrotnir um, at teir skoraðu sigursmálið lítla løtu undan dystarenda. Men vit kunnu ikki siga annað, enn at hugburðurin og avrikið var gott. Um vit skulu fáa stig og vinna ímóti Víkingi, so skulu vit hava marginalirnar við okkum, og tað høvdu vit ikki, tá ið Jhon Mena beinanvegin var í góðar støðu, sigur ÍF venjarin Alex Jovevic.
Í Víkingaleguni er lagið gott, tí tað eydnaðist at vinna í fyrsta dystinum, eftir at Gunnar Vatnhamar er farin til Íslands, og eftir at verjan er umskipað, nú Signar á Brúnni var nýggjur á vongverjanum í høgru, og Arnbjørn Svensson var nýggjur í miðverjuni undir liðini á Atla Gregersen. Serliga fegnir eru víkingarnir um, at tað loksins eydnaðist miðvallaranum Géza Dávid Turi at skora. Hetta var sambært faroesoccer.com dystur nummar 87 hjá 21 ára gamla Géza Dávid Turi á besta liðnum hjá Víkingi, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.
-Liðfelagarnir hava drillað og í spølni happað meg, tí tað ikki er eydnast at skora, men nú vænti eg, at tað verður øðrvísi, tá ið eg komi í umklæðingarrúmið, segði einasti málskjúttin í Sarpugerði eftir dystarlok.
Hóast tíðin var um at ganga undan, so arbeiddi Víkingur støðugt fyri at vinna týdningarmikla málið, og ÍF arbeiddi nógv við at verja og lúra eftir møguleikanum. Og so var tað eftir horna úr vinstru, at Andreas Lava Olsen snittaði bóltin víðari, og Géza Dávid Turi var merkiliga leysur eitt sindur handara og stutt úr málinum og við høvdinum setti bóltin í málið.
ÍF – Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Géza Dávid Turi
Dómari: Eiler Rasmussen
ÍF: Tóri Traðará – Elvio Gelmini, Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard, Pól Jákup Lundsbjerg – Hans Jákup Lervig, Jóhann J. Højbro, Gundur E. Petersen, Elias J. Lervig – Jhon Mena Perez
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Ingi Jonhardsson, Géza Dávid Turi, Ári Nóa Atlason, Olaf Bárðarson – Andreas Lava Olsen, Martin Klein Joensen