Nú er dato sett á Ronaldo-vitjan

Skráin fyri dystinar hjá Føroyum í komandi HM-undankapping er nú løgd

Í gjár var lutakast til HM undankappingina í fótbólti fram ímóti HM í Russlandi í 2018.

Kappingin byrjar næsta ár, og Føroyar komu í bólk saman við Portugal, Sveis, Letlandi, Ungarn og Andorra.

Tá ið lutakastið er gjørt, samráðast londini um, hvussu dystirnir skulu spælast, og nú er longu greitt, hvussu dystirnir í bólkinum hjá Føroyum verður spældir.

Føroyar byrjar við heimavølli ímóti Ungarn tann 6. September næsta ár. Seinasti dysturin verður íUngarn í oktober 2017.

Dysturin ímóti Portugal í Føroyum verður spældur tann 10. oktober næsta ár.

Dystarskráin er hendan:

6.sept. 2016 kl. 19.45 Føroyar-Ungarn

7.okt. 2016 kl. 19.45 Letland-Føroyar

10.okt. 2016 kl. 19.45 Føroyar-Portugal

13.nov. 2016 kl. 19.45 Sveis-Føroyar

25.mars 2017 kl. 17.00 Andorra-Føroyar

9.juni 2017 kl.19.45 Føroyar-Sveis

31.aug. 2017 kl.19.45 Portugal-Føroyar

3.sept. 2017 kl.17.00 Føroyar-Andorra

7.okt. 2017 kl.17.00 Føroyar-Letland

10.okt. 2017 kl.19.45 Ungarn-Føroyar