Yvirkærunevndin hevur endaliga staðfest, at B68 á skrivaraborðinum hevur vunnið trý stig, og at B36 hevur mist trý stig. Í aðrari grein her á síðuni ber til at lesa avgerðina og grundgevingarnar fyri henni.
Sunnudagin verður 24. umfar í landskappingini, og avgerðin hjá Yvirkærunevndini ber við sær, at støðutalvan nú sær soleiðis út:
-
KÍ | 23 | 21 | 2 | 0 | 60 | 7 | 65 |
Víkingur | 23 | 16 | 2 | 5 | 63 | 23 | 50 |
HB | 23 | 15 | 4 | 4 | 49 | 23 | 49 |
B36 | 23 | 11 | 3 | 9 | 47 | 24 | 36 |
EB/Streymur | 23 | 9 | 5 | 9 | 30 | 41 | 32 |
07 Vestur | 23 | 6 | 5 | 12 | 26 | 56 | 23 |
B68 | 23 | 6 | 3 | 14 | 31 | 46 | 21 |
NSÍ | 23 | 6 | 3 | 14 | 27 | 48 | 21 |
AB | 23 | 6 | 3 | 14 | 29 | 62 | 21 |
Skála | 23 | 1 | 6 | 16 | 22 | 54 | 9 |
-
Støðutalvan sigur, at tað framvegis er stór kapping um silvurkrónurnar. At B36 í dag misti trý stig, sum liðið fyrsta vikuskiftið í hesum mánaðinum vann á heimavølli ímóti B68, ber við sær, at tað nú er størri spenningur um fjórða plássið, enn tað sá út til at vera. Avgerðin ber eisini við sær, at tað nú er øgiligur spenningur um, hvør tað verður, sum saman við Skála fer at flyta niður.
Í fýra teimum síðstu umførunum er skráin henda
-
24. umfar – sunnudagin 2. oktober
NSÍ – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
EB/Streymur – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 15.00
HB – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00
B36 – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 15.00
AB – Skála: Petur Reinert kl. 15.00
-
25. umfar – sunnudagin 9. oktober
KÍ – HB
Víkingur – NSÍ
B68 – AB
Skála – EB/Streymur
07 Vestur – B36
-
26. umfar – sunnudagin 16. oktober
NSÍ – B68
Skála – 07 Vestur
EB/Streymur – KÍ
B36 – HB
AB – Víkingur
-
27. umfar – leygardagin 22. oktober
KÍ – Skála
Víkingur – EB/Streymur
B68 – B36
07 Vestur – AB
HB – NSÍ