Nýggj veljarakanning hjá Greens fyri Børsen vísir, at reyði vongur í Fólkatinginum fær 49,6 prosent av atkvøðunum, meðan blái vongur fær 49,8.
Ritzau dagførir støðugt miðal av teimum seinastu veljarakanningunum. Hetta yvirlit vísir tó, at reyði vongur við Javnaðarflokkinum, teimum Radikalu, Sosialistiska Fólkaflokkinum, Eindarlistanum og Alternativinum, fær 50,9 prosent av atkvøðunum, sum varar til 91 sessir í Fólkatinginum.
Blái vongur við Vinstra, Danska Folkaflokkinum, Liberalari Alliansu og Konservativa Fólkaflokkinum stendur til at fáa 48,8 prosent av atkvøðunum, sum svarar til 84 sessir í Fólkatinginum.
Tølini eru vektað miðaltøl í Ritzau Index, meðan talið í klombrum er úrslitið av veljarakanningini hjá Greens fyri Børsen, sum Ritzau Index júst er dagført við:
Socialdemokraterne: 26,4 prosent - 47 fólkatingssessir (24,4 prosent– 43 fólkatingssessir)
Det Radikale Venstre: 5,3 prosent - 9 (5,1 prosent – 9 fólkatingssessir)
Socialistisk Folkeparti: 5,0 - 9 fólkatingssessir (4,9 prosent – 9 fólkatingssessir)
Enhedslisten: 8,7 prosent - 16 fólkatingssessir (9,5 prosent – 17 fólkatingssessir)
Alternativet: 5,5 prosent - 10 fólkatingssessir (5,7 prosent – 10 fólkatingssessir)
Rød blok, samlet: 50,9 prosent - 91 fólkatingssessir (49,6 prosent – 88 fólkatingssessir)
Venstre: 18,9 prosent - 34 fólkatingssessir (21,1 prosent – 38 fólkatingssessir)
Dansk Folkeparti: 17,7 prosent - 32 fólkatingssessir (16,9 prosent – 30 fólkatingssessir)
Liberal Alliance: 6,1 prosent - 11 fólkatingssessir (5,0 prosent – 9 fólkatingssessir)
Det Konservative Folkeparti: 4,0 prosent - 7 fólkatingssessir (3,5 prosent – 6 fólkatingssessir)
Kristendemokraterne: 0,6 prosent - 0 fólkatingssessir (0,9 prosent – 0 fólkatingssessir)
Nye Borgerlige: 1,5 prosent - 0 fólkatingssessir (2,4 prosent – 4 fólkatingssessir)
Blái vongur tilsamans: 48,8 prosent - 84 fólkatingssessir (49,8 prosent – 87 fólkatingssessir)
Maksimala óvissan í kanningini er umleið +/- 2,4 procentpoint.
Kanningin hjá Greens er grundað á samrøður í tíðarskeiðnum 27.09 til 03.10.2017 við 1270 umboðandi útvaldar persónar 18 ár og eldri.
Ritzau Index er eitt vektað miðal av teimum seinastu 15 »toneangivende« meiningakanningum. Tess nýggjari ein kanning er, tess tyngri vigar hon í indeksinum.
/RITZAU INDEX