Í gjár skrivaði In.fo, at trý feløg vildu hava Tórð Thomsen í sín lut. Tey vóru B36, NSÍ og KÍ. Nú er mest sannlíkt, at talan verður um KÍ.
Les eisini:Símun Rógvi skift felag
Í morgun boðaði B36 frá, at felagið ikki megnar a koma ásamt um at leingja sáttmálan við Tórð Thomsen. Í skrivi á heimasíðuni verður takka fyri tey trý árini, sum Tórður Thomsen hevur spælt í B36.
Les eisini:Tórður Thomsen steðgar í B36
Somuleiðis í dag hevur In.fo skrivað, at Símun Rógvi Hansen gevst í B71, har hann hevur spælt skjótt farna kappingarár. Hóast hann ikki vil vátta tíðindini um skifti, so bendir alt á, at hann spælir við NSÍ komandi kappingarár.
Les eisini:Trý feløg krígjast um Tórð Thomsen
Passar hetta, og passar søgurnar um tey trý feløgini og Tórð Thomsen, so er bara KÍ eftir til nú fyrrverandi B36 málverjan. Tí skuldi verið lætt at gitt, at Tórður Thomsen komandi ár spælir við KÍ.