Tað vóru uppflytararnir, sum í dag hittust við Margáir. B68 var gestur hjá EB/Streymi, og toftamenn fóru avstað við øllum trimum stigunum, tí B68 vann 2-1.
B68 hevur spælt fýra dystir og er næstfremst við sjey stigum. Víkingur er topplið við níggju stigum fyri tríggjar dystir.
EB/Streymur hevur spælt tríggjar dystir og eigur framvegis til góða at vinna fyrsta stigið.
Á liðnum hjá EB/Streymi í dag vóru fleiri spælarar, sum hava royndir at spæla í bestu deildini. Ein teirra var Tóki H. Johannesen og ein annar var Niels Pauli Danielsen. Teir hava báðir verið skaddir og venja nú aftur við fullari ferð. Tóki var tó noyddur at fara av vøllinum longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Tveir aðrir, sum inntil í fjør vóru í besta hópinum, men sum ikki hava vant so nógv í ár, vóru eisini við í dag. Teir eru Ragnar B. Danielsen og Árni G. Olsen.
Fríði í Túni Petersen er partur av besta liðnum hjá B68, og tað var hann, sum í sjeynda minutti legði B68 á odda.
17 ára gamli Hans Pauli á Bø javnaði til 1-1, tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki. Hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at hann hevur skorað mál í næstbestu deildini.
Villiam Emil Klein var skiftur inn á B68 liðið beinanvegin eftir steðgin, og hann skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki 2-1 sigursmálið. Merkisvert var tað, at superveteranurin og málrevurin Arnbjørn T. Hansen miðskeiðis í seinna hálvleiki var skiftur inn á liðið hjá EB/Streymi.
Síðstu løtuna pressaði heimaliðið nógv fyri at javna, og tað vóru fleiri spentar støður í B68 brotsteiginum, men Ragnar Lindholm var sera stinnur millum stólparnar.
Næsti dystur hjá EB/Streymi verður á heimavølli ímóti HB. B68 fer annan leygardag at spæla á útivølli ímóti KÍ.