Nú er B36 best í Gundadali

Valerijs Sabala var tvífaldur málskjútti, tá ið allir útlendsku B36 spælararnir vóru málskjúttar

Valerijs Sabala skoraði í kvøld tvey tey fyrstu málini, síðani hann í vár flutti til B36

B36 vann í kvøld 5-1 á heimavølli ímóti ÍF. Hálvleiksstøðan var 2-0.

 

Trivaligi heimasigurin ber við sær, nú ein triðingur av kappingini er farin aftur um bak, at B36 er næstfremst. Tað eru seks stig fram til KÍ, og B36 er eitt stig frammanfyri grannarnar í HB.

 

B36 var greitt omaná ímóti fuglfirðingum. Í seinna hálvleiki, tá ið støðan var 3-0, kvaklaðist ÍF av álvara við. Hetta var eftir, at Hans Jákup Lervig var skiftur inn. Tá eydnaðist tað í 62. minutti at minka um munin til 3-1. Tá sá tað út til, at fuglfirðingar fingu kraft av nýggjum, men longu ein minutt seinni punkteraði alt hjá teimum, tá ið Hans Jákup Lervig sá gula kortið fyri aðruferð, og so vóru tað 10 ÍFarar ímóti 11 B36arum.

 

Valerijs Sabala var fyrstu ferð á B36 liðnum í øðrum umfari. Í dag var hann fyri níggjundu ferð á vøllinum, og í dag eydnaðist tað honum fyri fyrstu ferð at vera málskjútti. Valerijs Sabala økti átta minuttir eftir steðgin um munin til 3-0, og átta minuttir undan leikloki staðfesti hann 5-1 sigurin.

 

Í B36 hópinum eru tað fýra spælarar, sum hava útlendskan heimarætt. Í kvøld vóru teir allir málskjúttar. Umframt at letlendski Valerijs Sabala var tvífaldur málskjútti, so skoraðu svenski miðverjin Isak Fredrik Jönsson og eingilski miðvallarin Taufee Skandari í fyrra hálvleiki, og umframt tey bæði málini hjá Valerijs Sabala skoraði Michal Przybylski í seinna hálvleiki. Hóast hann hevur búð í Føroyum størsta partin av lívinum, so hevur hann framvegis pólskan heimarætt.

 

Eisini málið hjá ÍF skoraði útlendskur spælari. Tað var Jhon Mena Perez úr Kolumbia eftir upplegg frá Hans Jákupi Lervig.

 

ÍF hevur 9 stig fyri 9 dystir. Leygardagin fer ÍF at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og sunnudagin fer B36 at spæla á útivølli ímóti B68.

 

https://in.fo/myndasavn

 

 

 

 

 

Valerijs Sabala skoraði í kvøld tvey tey fyrstu málini, síðani hann í vár flutti til B36