Enn er endalig avgerð ikki tikin um hernaðar-radaran, sum Nato vil sleppa at seta upp á Sornfelli. Og tað er heldur ikki greitt, nær avgerðin verður tikin.
Málið hevur ferðast aftur og fram í politisku skipanini, men longu tíðliga varð tað greitt, at hetta var ikki eitt mál, sum landsstýrið fór at leggja fyri Løgtingið. Tí hevur landsstýrið ráðført seg við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum og út frá tí verður avgerðin tikin.
Men hon er so ikki tikin enn og tað er heldur ikki heilt greitt, nær avgerðin verður tikin. Samstundis hevur landsstýri – og føroyskir politikarar, sum heild - staðfest, at vit sjálvsagt eru ein partur av vesturheiminum.
Bárður Nielsen sigur, at ætlanin er ikki at radaran upp fyrr enn í 2028, so tað er eingin skaði, at avgerðin ikki er tikin enn. Men nú væntar hann at avgerðin er ikki langt burtur. Hann sigur, at tað eru nakrir snøklar, sum greiða skal fáast á – og tað er í roynd og veru tað einasta, hann vil siga.
Hóast málið ikki verður lagt fyri Løgtingið, var kortini ætlanin, at Løgtingið skuldi fáa høvi til at siga sína meining. Løgmaður sigur, at ætlanin var nevniliga at hava eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um uttanríkispolitikk. Men tá ið uppleggið til orðaskiftið var skrivað, brast kríggið í Ukraina á og tað ber ikki til at hava eitt aðalorðaskifti um uttanríkispolitikk, uttan at tað er ein partur av tí. Tí má uppleggið skrivast um aftur, so at tann aktuella støðan verður tikin við. Og tískil verður tað aðalorðaskiftið ikki fyrrenn seinni, sigur hann.