Nú er at verja borg

Eftir seinastu veljarakanningina er ein stór mobilisering av veljarum farin í gongd.

Eftir seinastu veljarakanningina er ein stór mobilisering av veljarum farin í gongd.

 

Tað, sum fer fram hesar avgerandi tímarnar áðrenn fólkatingsvalið, er, at aðrir flokkar – og enntá fjølmiðlar – royna at fáa øði í grindina.

 

Hjá sambandsveljarum ræður um at sláa kalt vatn í blóðið og halda fast um sambandsvirðini og minnast til úrslitini, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur framt fyri Føroyar. 

 

Standið saman um Sambandsflokkin og tann góða politikkin, har ið vit útvikla Ríkisfelagsskapin og menna føroysk rættindi.

 

Bárður Nielsen

næstformaður og valevni fyri Sambandsflokkin