Nú er at skifta til vetrardekk

Fríggjadagin og leygardagin fer at kava og um náttina verður niður í fimm kuldastig, í støðum kaldari enn.

Eitt lágtrýst beint sunnan fyri Føroyar fer í ein eystan og síðani streymar køld luft yvir oyggjarnar frá norðri og landnyrðingi. Seinni í vikuni kemur væntandi enn kaldari luft yvir oyggjarnar úr norðri og sum frá líður koma vátaslættings- og kavaælini eisini.

 

Í dag verur andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og eystri, 8 til 13 m/s, norðanfyri upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður av og á og hitin um dagin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Enn ælaveður og hitin millum 2 og 7 stig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, um 18 m/s. Um kvøldið makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður møguliga vátaslættingur ella kavi. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frá líður niður í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslættings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 5 kuldastig og 1 hitastig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina makar hann niður aftur í fleyr til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Kavaæl av og á, men eisini sólglottar. Hitin um dagin millum frostmarkið og trý stig, um náttina millum 5 kuldastig og 1 hitastig, í støðum enn kaldari.

 

Leygardagin verður fleyr til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Enn kavaæl við onkrum sólglottum, men út á náttina yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Sunnudagin verður fleyr til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum seinnapartin snarar í ein útsynningi og veksur upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men út á kvøldið dregur saman um og tað verður ælaveður ella regn. Hitin millum 3 og 5 stig, um náttina um 5 stig.