Í morgun hevur Annika Olsen sín fyrsta arbeiðsdag sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Hon varð vald til borgarstjóra, tá nýggja býráðið varð skipað fríggjakvøldið, og á nýggjárinum tóku hon og nýggja býráðið við.
Við Sosialin í dag sigur Annika Olsen, at tað als ikki var eitt langtíðar mál hjá henni at koppa Heðini Mortensen úr borgarstjórasessinum.
– Eg vænti ikki, at nakar droymdi um hesa støðuna, tá eg boðaði frá, at eg stillaði upp til býráðsvalið, sigur hon.
Annika Olsen er tann 19. borgarstjórin í Tórshavnar kommunu síðani kommunuskipanina í 1909. Og hetta er aðru ferð, at ein kvinna stjórnar kommununi. Tann fyrri var Lisbeth L. Petersen, sum var borgarstjóri frá 1993-1997.










