Nú eru koyrilíkindini frægari aftur at koyra kring landið Tað sigur løgreglan í morgun. Tað vóru ring líkindi í gjár, og í gjárkvøldið góvust teir at grava, eitt nú á Vestmannavegnum. Men har eru teir farnir til verka aftur í morgun, so har er aftur framkomandi, sigur løgreglan. Annars steðgaði ein gravimaskina hjá Landsverk upp á Hálsinum í Sandavági og hon hevði ongi ljós. Tað var eisini nógv jarðrok har á leiðini, so hon var til ampa fyri ferðsluna. Av tí sama varð heitt varð á bilførarar um at vísa varsemi tá koyrt verður har. Men gravimaskinan er burtur aftur nú. Annars er framvegis hált og glerstoytt ymsastaðni um alt landið og á fjallavegunum er jarðrok. Men einasta strekkið, har tað ikki er koyrandi, er úr Kollfjarðardali, niðan í Mjørkadal. Annars er nógvur vindur, um 30 metrar um sekundi, serliga á vegunum, sum liggja høgt.
|