Nú er aftur dálkað vatn staðfest

Tað eru ikki bara tvøramenn, sum mugu kóka vatnið um dagarnar.

Fyrr í dag boðaði Tvøroyrar kommuna frá, at íbúgvarnir í kommununi mugu kóka vatnið, tí dálking varð staðfest í vatninum frá reinsiverkinum í Trongisvági.

 

Í kvøld boðaði Vestmanna kommuna frá, at eisini vestmenningar mugu kóka vatnið. Eisini her er talan um dálking frá koliformum bakterium.

 

Trupulleikin er vanligur í Føroyum hvørt heyst, og er orsøkin, at regn skolar mykju frá seyði út í áirnar og síðani í vatnbrunnarnar.

 

Vanliga tekur tað nakrar dagar at loysa trupulleikan, tí oftast mugu vatnrørini tømast og reinsast, áðrenn vatnið verður góðkent aftur.

 

Bæði vestmenningar, tvøramenn og trongisvingar fáa nærri kunning frá kommununi komandi dagarnar.