Nú er Afrika serliga hart rakt av koronu

- Deilingin av koppingarevni er bæði skilaleys og órættvís. Her verður galin endi, tí smittan sleppur at spjaða seg, og vit fáa nýggj frábrigdi av sjúkuni, sum eisini kunnu raka okkum.

 

Her verður ein deyður koronu-sjúklingur jaraður í Johannesburg í Suðurafrika. Mynd: Ali Greeff/AP.

 

 

Tað er veksandi smittuspjaðing í 51 av heimsins londum í løtuni, og Suðurafrika er eitt av teimum harðast raktu. Tað er serliga í londum, sum eru komin stutt við koppseting, at delta-frábrigdið spjaðir seg skjótt. Heimsheilsustovnurin WHO stúrir fyri, at Afrika í løtuni er á veg inn í sína ringastu smittubylgju higartil. 

 

Hóast nógv lond í løtuni stúra fyri delta-frábrigdinum, kunnu fleiri lond her um okkara leiðir fegnast um, at smittutølini eru lutfalsliga lág, og at samfeløgini í stóran mun stigvíst verða latin uppaftur. Øðrvísi eru í fleiri av tilafturskomnu londunum við lágum inntøkum, tí her eru fleiri lond í sínari triðju og ringastu smittubylgju.

 

Tað er serliga í Afrika, at smittan í løtuni spjaðir seg mest.

 

Leiðarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, sigur við útlendskar miðlar, at tey serliga fylgja gongdini í sjey londum. Hesi eru Malawi, Mosambik, Zimbabwe, Indonesia, Myanmar, Bangladesh og Suðurafrika.

Veksandi smitta er eitt nú í Mosambik, Zimbabwe, Malawi, Togo, Fílabeinsstrondini, Tunesia, Senegal, Liberia, Lesoto, Marokko, Libya, Rwanda, Mauritania, Ghana, Suðurafrika, Algeria og Namibia.

Størsta smittutrýstið í løtuni er í Seyskelloyggjunum, Namibia, Tunesia, Suðurafrika, Botswana, Zambia og Kapp Verde, sum hava skrásett fleiri enn 100 smittutilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar seinastu tvær vikurnar.

 

WHO upplýsti herfyri, at delta-frábrigdið er staðfest í 14 afrikanskum londum og at smittubylgjan, sum nú herjar, helst verður verri enn hinar fyrru innan stutta tíð.

 

- Afrika er parturin av heiminum, sum hongur mest eftir, serliga á koppingarøkinum, men eisini, tá ræður um at hava yvirlit yvir, hvussu smittan spjaðir seg, sigur Jan Thomas Odegard, dagligur leiðari í norska Menningargrunninum við VG.

Hóast veksandi smitta er staðfest í 17 afrikanskum londum, stúrir Jan Thomas Odegard fyri, at veruligu tølini á smittaðum og deyðum eru nógv hægri.

Seinasta fríggjadag setti Suðurafrika nýtt met í corona-smittaðum. Í Tunis megna sjúkrahúsini ikki at taka ímóti fleiri koronu-sjúklingum, og deyðir sjúklingar vera liggjandi á sjúkrahúsunum, tí líkhúsini eru yvirfylt.

Í mun til londini í Evropa, eru tey í Afrika ikki meira enn komin í gongd við koppseting, har bert 2,7 prosent av fólkinum hava fingið fyrstu koppseting - og 1,2 prosent hava fingið tvær koppsetingar.

- Hetta vísir, hvussu skilaleys og órættvís deilingin av koppingarevni er. Her verður galin endi, tí smittan sleppur at spjaða seg, og vit fáa nýggj frábrigdi av sjúkuni, sum eisini kunnu raka okkum, sigur Thomas Odegard, dagligur leiðari í norska Menningargrunninum við VG.

 

 

Her verður ein deyður koronu-sjúklingur jaraður í Johannesburg í Suðurafrika. Mynd: Ali Greeff/AP.