Fótbóltslagið á Argjum er ógvuliga gott, nú sjøtul er settur á ólavsøkuna.
Í kvøld hevur AB vunnið 3-1 í tjúkkum mjørka á heimavølli ímóti EB/Streymi. Harvið hevur AB vunnið 16 stig í seks dystum, og tað ber við sær, at AB nú fyri fyrstu ferð í ár er omanfyri niðurflytingarstrikuna.
AB legði seg á sigurskós beinanvegin. Tá ið sjey minuttir vóru farnir, var støðan 2-0. Miðverjin Morten Overgaard setti hol á eftir horna, og so var tað væl upplagdi Jobin Drangastein, sum økti um leiðsluna.
AB hevði gott tak á tí fyrra partin av 1. hálvleiki, men so ernaðist EB/Streymur, og tað kom spenningur í aftur, tá ið Leif Niclasen minkaði um munin. EB/Streymur legði bragdliga fyri eftir steðgin, men tá ið Jobin Drangastein við stútara økti um leiðsluna, var tað ov tungt hjá meistarunum at svara aftur.
-Vit vóru ov vánaligir fyrstu løtuna, og tað kostaði nógv í kvøld, staðfesti Marni Djurhuus, liðformaðurin hjá EB/Streymi, sum rósti mótstøðumonnunum fyri at hava víst gott avrik.
Sámal Erik Hentze, venjarin hjá AB, var ovurfegin, tá ið hann hitti Trónd Arge á Rás2.
-Tey vóru mong, sum avskrivaðu okkum, tá ið vit høvdu tapt seks teir fyrstu dystirnar á rað. Vit trúðu sjálvir uppá tað, og nú fegnist eg um, at okkara góðu spælarar hava megnað so framúr góð avrik seks ferðir á rað, segði Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB.
AB hevur 18 stig og hevur lyft seg upp um bæði Víking og TB, sum hava 16 stig. Hesi bæði liðini hittast í Sarpugerði ólavsøkudag.
LIðUGT
3-1
90+3) 3-1
Enn eitt vandamikið fríspark uttanvert AB brotsteigin, men heimaliðið megnar at rudda burtur.
90+1) 3-1
Levi Hanssen hevur úr 21 metrum við frísparki sent bóltin omanfyri AB málið.
4 minuttir lagdir aftrat
3-1
90) 3-1
Einki bendir á, at EB/Streymur skal megna at skora tvey mál og harvið vinna stig á Argjum.
87) 3-1
Leivur Holm Joensen er komin á vøllin í staðin fyri Jónas Stenberg. AB liðformaðurin er farin skaddur av vøllinum
85) 3-1
Høgri vongverjin hjá AB, Jónas Stenberg, sum hevur tuskað ógvuliga nógv, liggur skaddur uttanfyri, so nú eru tað 9 ímóti 11!
Dánjal Davidsen er fluttur úr miðverjuni og fram í EB/Streyma álopið.
83) 3-1
EB/Streymur stríðist øgiligt fyri at svara aftur, og nú hava teir havt bóltin í málinum, men dómarin kolldømdi málið og vísti Arnari Dam gula kortið.
Sundalagsmenn eru ógvuliga misnøgdir.
80) 3-1
Gult kort til Dánjal Davidsen fyri at gera fríspark ímóti Dion Splidt.
Dion Splidt hjá AB er rikin av vøllinum, tí hann hevur sæð gula kortið fyri aðru ferð í kvøld. Í hesi støðuni var tað eftir at fríspark var gjørt ímóti Dion, sum dómarin metti at hava pjakað sær ov nógv.
Bjartur Kjærbo er komin inn á AB liðið í staðin fyri tvímálaskjúttan Dion Splidt.
75) 3-1
Nú er aftur rættuliga tjúkt í Vika á Argjum, har tað er torført at síggja úr enda og í hin. Tað eru nógvir áskoðarar, og áskoðararnir hjá EB/Streymi eru rættuliga farnir at ótolnast.
Tað kennist sum um, at tað er alt longri millum uppløgdu málmøguleikarnar.
70) 3-1
Argjamenn royna at taka ferðina úr spælinum, og tað eydnast teimum væl á tann hátt, at EB/Streymur hevur ilt við at fáa skjóta og miðvísa og eyðkenda álopsspælið at rigga.
65) 3-1
Tað er sera lívligt á Argjum, og tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin.
AB liðið stríðist øgiligt, og hjá EB/Streymi kennist tað ikki so sannførandi, tá ið langar sendingar verða lagdar fram til Leif Niclasen og Arnbjørn Hansen.
Karsten Højgaard er komin á vøllin í staðin fyri Keita hjá AB.
Brian Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Niels Paula Danielsen hjá EB/Streymi.
60) 3-1: Jobin Drangastein
EB/Streymur legði bragdliga fyri eftir steðgin, men nú hevur AB rættuliga svarað aftur. Jobin Drangastein hevur við høvdinum økt um leiðsluna, sum nú er 3-1.
HÁLVLEIKUR
2-1
45) 2-1
Jobin Drangastein hjá AB og Dion Splidt hjá AB hava sæð gula kortið.
44) 2-1
Jóhannes Hansen er komin inn á vinstra vongverja hjá EB/Streymi í staðin fyri Rógva E. Nielsen.
40) 2-1
Siðani EB/Streymur minkaði um munin, so eru tað gestirnir, sum hava havt meiri tak á spælinum, men í skjótum støðum er AB tætt við. Eitt nú hava bæði Mikkjal Hentze og Jobin Drangastein verið tætt við.
35) 2-1
Tað gongur javnt á, og tað er sera undirhaldandi á Argjum.
30) 2-1: Leif Niclasen 29.
So er spenningur í aftur á Argjum. Hóast tað er tjúkt í veðrinum, so er tað rættur ólavsøkufóbóltur. Eftir ein hálvan tíma eru longu trý mál skorað. Støðan er 2-1, og EB/Streymur hevur síðstu løtuna orduliga oppað seg!
Uppspælið var í vinstru.
27) 2-0
Hóast AB hevur togað eitt vet í hondbremsuna, so eru tað framvegis argjamenn, sum eru greitt omaná.
23)2-0
Heimaliðið hevur lagt øgiliga bragdliga fyri, og nú 1. hálvleikur er hálvrunnin, er støðan2-0 til AB!
10) 2-0: Jobin Drangastein 7.
Uppspælinum stóðu Kári Nielsen, sum fyri fyrstu ferð er á sentrala miðvøllinum frá fyrsta bríksli, og Keita fyri.
2) 1-0: Morten Overgaard 2.
Miðverjin setti bóltin í málið eftir horna og so eitt sindur av aftur og fram.
AB-EB/Streymur klokkan19.00
Dómari. Dagfinn Olsen
AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Jobin Drangastein, Mikkjal Hentze – Dion Splidt, Rógvi Poulsen, Ahmed Keita
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen, Rógvi E. Nielsen – Levi Hanssen, Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Arnbjørn Hansen










