Nú elska allir B36-arar bilin hjá Boga

(Ljóðbrot) Rás2 fór ein túr við Boga Simonsen í hansara nú tiltikna fjepparabili

Størsti sigursharrin av øllum í samband við 10. meistaraheiti hjá B36 er uttan iva Bogi Simonsen, sum eisini hevur vunnið ein sigur fyri allan anti-jinx hugburð.

 

Bogi var tíðliga úti og dekoreraði skermin á Citroen Berlingo bilinum við áskriftini "Føroyameistari 2014". Hetta var nøkur umfør, áðrenn gullið var heima. Men nú gullið er heima, so hava flestu B36-arnir fyrigivið Boga, og nú kemur bilurin til heiður og æru áðrenn dystin millum B36 og HB í morgin. 

 

Sendingin "Gullradio" hjá Rás2 fór ein biltúr við Boga Simonsen,har samstundis var prátað um avrikið hjá B36 í ár. Vit løgdu eisini leiðina framvið hjá Baldvin Baldvinsson, B36-legendu og viðfjeppara hjá Boga Simonsen.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Boga Simonsen og Baldvin Baldvinsson, sum var í sendingini "Gullradio". 

 

Ljóðfílan er drúgv. Les tí bláu strikuna inn fyrst, áðrenn lurtað verður. 

 

(Mynd: Bogi Simonsen)