- Nú eiga vit at steðga á við at byggja ellis –og røktarheim.
Tað staðfestir Annika Olsen, landssstýriskvinna í almannamálum, enn einaferð.
Í kjalarvørrinum á ráðstevnuni hjá Landsfelag Pensjónistanna leygardagin, er rættiligt lív aftur komið í kjakið um, antin vit nú skulu gevast at byggja fleiri ellis- og røktarheim og menna heimarøktina ístaðin.
Men Annika Olsen heldur fast um, at nú eiga vit at hugsa øðrvísi og broyta kós.
Í hesum sambandi hugsar hon um, at vit skulu halda fram at byggja fleiri røktarheim, men at menna heimarøktina ístaðin.
- Vit mugu staðfesta, at ellis- og røktarheim eru neyðug, men kanska skulu vit ikki halda fram at byggja út, tí byggingin og raksturin eru dýr, sigur hon.
Í hesum sambandi heldur hon, at heimarøktin má skipast øðrvísi
-Tað fer alt ov nógv tíð til skráseting og tað mugu vit burtur frá, sigur hon.
Hon heldur eisini, at vit eiga kanska eisini at fara aftur til tað góðu gomlu heimarøktina, tí tað var ein heildartænasta.
Annars ivast hon í, hvussu kollveltandi broytingar landið skal gera, nú beint upp undir, at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar.
Hon heldur nevniliga, at nú eiga kommunurnar at fáa frið at menna økið, sum tær halda vera frægast.
Les eisini: Fekk heimahjálp 15 minuttir um vikuna
Les eisini: Sambýli og røktarheim skulu leggjast niður
Les eisini: Tað kostar at hava fólk heima
Les eisini: Pensjónistar skelka Hendrik Old
Les eisini: Pensjónistafelagið: Øll sambýli skulu steingjast