Nú eiga hýrurnar at verða settar niður

Fáa sjómenn skattalætta, er tað rætt at seta hýrurnar niður, so skipini sleppa eitt sindur bíligari, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum

 

­ Vit hava onki ímóti, at fiskimenn fáa skattalætta. ­ Men fáa teir skattalætta, er tað rímiligt, at hýrurnar verða settar eitt sindur niður, so at skipini eisini sleppa bíligari.

Tað heldur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum.

Vit hava biðið hann um viðmerking til ætlanina at geva fiskimonnum skattalætta

Serliga bóðu vit hann um viðmerking til, at nógv hava spátt, at skattalættin fór bara at enda við einum, og tað er at hýrurnar verða settar niður.

­ Tí fer skattalættin at enda sum studningur til reiðaran, ávarðau summir tingmenn ímóti.

­ Hetta er ein fortreyt fyri at uppskotið kann verða samtykt, søgdu aðrir tingmenn


Eiga at fáa eitt sindur aftur

Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum sigur, at sum so hevur hann onga viðmerking til sjálvan skattalættan.

­ Ongin hevur tosað við okkum um hetta og enn minni biðið um ráð frá okkum, sigur hann.

Hvussu verður við sáttmálanum, er ein samráðingarspurningur. Og samráðingar verða ikki fyrrenn um eitt ár, tó at samráðast kann um partar í sáttmálanum mitt í einum sáttmálaskeiði.

Jákup Sólstein sigur, at í reiðarafelagnum hava tey ikki umrøtt hetta málið.

Men hann heldur avgjørt, at fáa fiskimenn skattalætta, er tað rímiligt, at skipini fáa eitt sindur burturav, tvs, at tey sleppa bíligari í hýru.

­ Alt í alt betala vit meiri í hýrum, enn reiðarar í øðrum londum gera.

­ Táið feriuløn, yvirmannapartar o.a. er talt uppí, betala vit 42% av tí, vit selja fyri, í hýrum, og tað er meiri enn tey gera aðrastaðni.

Jákup Sólstein sigur, at tað kemst av, at í grannalondum okkara er munurin á tí, yvimenn og manning fáa, minni, enn hann er hjá okkum.

Tí heldur hann, at ein skattalætti til fiskimenn, átti at ført við sær, at skipini sluppu bíligari í hýru.

Hann sigur at hetta er ein samráðingarspurningur, sum reiðararnir taka fram hvørja ferð, samráðingar eru.

Men hann vónar, at tað verður eitt sindur lættari fáa viðhald næstu ferð, um skattalættin kemur.


Ikki stórir trupulleikar

Annars er formaðurin í Reiðarafelagnum ikki við uppá, at trupulleikin við teimum flýggjandi sjómonnunum er so stórur.

­ Í einstøkum førum hevur verið trupult at manna skip, men tá hevur mest talan verið um maskinmenn.

­ At fáa dekkarar hevur ikki verið trupult.

Hinvegin ásannar hann, at tað kann blíva trupult, um arbeiði á landi veksur, og ikki um at tala, um oljuvinnan tekur seg upp.

Hinvegin verður allur studningur tikin frá skipunum, og lagdur yvir til manningina. Tí verður tað tungt hjá skipunum, sigur Jákup Sólstein.