Í dag er 19. august, men enn er heldur tíðliga at síggja nátunga á sjónum. Helst skulu tað ganga nakrir dagar aftrat, áðrenn fyrstu ungarnir flúgva av rókini og kunnu takast í báti við glúpi á sjónum.
Mánadagin skriva vit 23. august, og tað er hent onkur ár, at menn hava fingið væl av fugli so tíðliga í vertíðini. Tó má roknast við, at meginparturin av næstu viku gongur, áðrenn nøkur serlig nátaveiða verður.
Besta nátatíðin er dagarnir báðum megin mánaðarskiftið, august/ september, og síðan er vanligt, at nátungi kann takast á sjónum eina góða viku út í september - alt eftir, hvussu veðurlíkindini eru.
Eins og annar sjófuglur, hevur nátin eisini verið í minking, men tað hevur verið so nógv til av náta, at teir, ið hava tikið nátunga á sjónum, kortini hava fingið væl av fugli á góðu nátaleiðunum.
Jens-Kjeld Jensen, fuglakønur, sum eisini hevur fingist við at telja náta í berginum, hevur sagt, at nátin er nógv minkaður, men at fuglurin helst hevur stabiliserað seg aftur á einum lægri støði.
##med2##