Nú byrjar heilsufótbólturin aftur í Vágum

- Hetta er ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, tí lagt verður upp til, at øll kunnu vera við – roynd, sum óroynd, siga tey í Sørvágs kommunu.

- Í vár varð ein roynd gjørd at skipa fyri heilsufótbólti í Vágum, og eftir summarfrítíðina verður nú aftur farið í gongd.

 

Tað siga tey í Sørvágs kommunu. 

 

Heilsufótbólturin í Sørvági byrjar aftur mánadagin komandi, og tað verður enn sum áður Michael Gram, sum skipar fyri.

 

Heilsufótbólturin í Vágum er fyri borgarar 60+. Vant verður mánadag og mikudag á Dungasandi í Sørvág, báðar dagarnar frá klokkan 16.30 til 17.30. 

 

Heilsufótbóltur er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men hevur ikki so málrættaður til aldursbólkin 60+.

 

Tað, sum eyðkennir heilsufótbólt, er, at spælt verður á smærri økjum og í smærri bólkum.

 

- Hetta er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og leggur veruliga upp til, at øll kunnu vera við – roynd, sum óroynd, siga tey í Sørvágs kommunu.