Hósvík er einasta bygd í Sunda kommunu, sum er vetrarfriðað, og hetta hendi fyri samleggingina í Sunda kommunu. 

Nú byrjar ein tilgongd um vetrarfriðing

Kanska fer tað at eydnast at vetrarfriða onkra av bygdunum í Sunda kommunu, áðrenn hetta valskeiðið er úti.

 

Hósvík er einasta bygd í Sunda kommunu, sum er vetrarfriðað, og hetta hendi fyri samleggingina í Sunda kommunu. 

Í Sunda kommunu eru tey farin undir eina tilgongd við vetrarfriðing.

 

Hósvík er einasta bygd í kommununi, sum er vetrarfriðað, og hetta hendi fyri samleggingina í Sunda kommunu. 

 

Í fíggjarætlanini fyri 2022 verða fyrstu krónurnar í hesum umfari settar av til vetrarfriðing, men væntandi er ikki, at nøkur bygd verður vetrarfriðað longu næsta ár.

 

Men, nú er so tilgongdin byrjað, og kanska fer tað at eydnast at vetrarfriða onkra av bygdunum, áðrenn valskeiðið er úti.

 

Í Hósvík er sera vakurt, og tað er landslagið oman fyri bygdina eisini.

 

##med2##

 

Men, tað er ikki bara í bygdini og oman fyri bygdina, at tú sært vakrar perlur. Hesar sært tú eisini dygst við sjóvarmálan, har áin rennur oman á sjógv. 

 

Fyri nøkrum árum síðan varð brúgv gjørd um ánna, og her dygst við sjóvarmálan eru eisini gøtur, soleiðis at fólk, sum ganga túr, nú kunnu síggja úr sjóvarmálanum og niðan í bygdina. 

Nú sæst eisini heilt úr sjóvarmálanum og niðan í bygdina og niðan í vøkru fjøllini oman fyri og kring um bygdina. 

 

Hósvík er einasta bygd í Sunda kommunu, sum er vetrarfriðað, og hetta hendi fyri samleggingina í Sunda kommunu. 

Myndin er tikin niðri í vøkru ánni, sum rennur oman gjøgnum Hósvík.