Nú byrjar arbeiðið við Náttúrulundini

Leygardagin kl. 14 skal hitt fyrsta av tilsamans uml. 70.000 trøum gróðursetast við eitt lítið hátíðarhald við Streymin

 

Leygardagin kl. 14 skal hitt fyrsta av tilsamans uml. 70.000 trøum gróðursetast við eitt lítið hátíðarhald við Streymin.

 

Nú er komið so mikið áleiðis við ætlaðu Náttúrulundini við Streymin, at arbeiðið kann byrja.

 

Leygardagin 28. februar kl. 14.00 verður hitt fyrsta træið gróðursett Streymoyarmegin, norðan fyri brúnna við Streymin.

 

Í tí sambandi bjóða áhugafelagið aftan fyri náttúrulundina og Sunda kommuna til eitt lítið hátíðarhald, har ið øll eru vælkomin.

 

Í stuttum er skráin, at hitt fyrsta træið verður gróðursett nú av teimum uml. 70.000 trøunum, ið ætlanin annars er at gróðurseta í allari Náttúrulundini sum frá líður. Eisini eru tvær stuttar røður: formaðurin fyri áhugafelagið, Edmund Joensen, og formaðurin í trivnaðarnevndini hjá Sunda kommunu, Thordis Dahl Hansen, siga nøkur orð. Eftir hetta byrjar sjálvt arbeiðið við lundini, tá ið gravimaskinan fer undir at velta jørðina.

 

Sunda kommuna bjóðar øllum ein kaffimunn í húsunum hjá kommununi á staðnum. Har verður eisini meiri at frætta um arbeiðið, ið gerast skal komandi mánaðirnar, millum annað um camping-økið og tað, sum hartil hoyrir.

 

Náttúrulundin við Streymin er ein fólkslig verkætlan, ið hevur fingið 10 milliónir krónur í fígging frá Aage V. Jensen Charity Foundation.