Í dag setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hakan í svørðin sum tekin um, at útbyggingin av kringvarpsbygninginum í Sortudíki nú er farin ígongd.
Síðan Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru løgd saman í januar 2005, hevur verið tosað útbygging í Sortudíki, har samanlagdi stovnurin húsast í dag.
Hesin fyrsti parturin av útbyggingini fevnir um ein framleiðslubygning og ein tøknibygning. Sáttmáli er gjørdur við smápartafelagið ÁTS í Kaldbak, sum skal gera arbeiðið.
Tað er sølan av bygningunum í M. A. Winthersgøtu, sum Sjónvarpið átti og seldi, eftir at alt virksemið varð flutt niðan í Sortudíki, ið fíggjar útbyggingina.
Fyrrapartin varð skipað fyri hátíðarløtu í Sortudíki í sambandi við, at Bjørn Kalsø setti hakan í. Eins og Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, og Arne Debes Madsen, verkætlanarleiðari á Landsverki, sum bjóðaði vælkomin, segði landsstýrismaðurin seg fegnast um, at útbyggingin nú fer í gongd.
Eftir ætlan skal hetta arbeiðið vera liðugt í august næsta ár.









