Nú bresta tey stóru saman

Í FA Cup fær Arsenal vitjan av Liverpool, og Manchester City fær vitjan av Chelsea

Tveir teir síðstu dystirnir í fjórða umfari í FA Cup vóru á skránni sunnudagin. Favorittarnir í Chelsea áttu heimavøll í grannauppgerðini ímóti Stoke. Heimaliðið vann 1-0. Miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði Oscar sigursmálið.

Uppgerðin millum Sheffield United og Fulham endaði 1-1, og tísil verður neyðugt at spæla umafrtur fyri at finna vinnaran, sum skal halda fram í 5. umfari.

Tá ið lutur í kvøld varð drigin, fall tað soleiðis, at í tveimum av dystunum bresta fýra tey fremstu í landskappingini saman. Toppliðið Arsenal fær vitjan av Liverpool, sum er á fjórða plássi, og  Manchester City fær vitjan av Chelsea. Hesi bæði liðini eru á triðja og øðrum plássi.

Áttanda parta finalurnar eru ásettar at vera 14., 15. og 16. Februar.

Liðini hittast soleiðis:

Manchester City-Chelsea

Sheffield United/Fulham-Nottingham Forest/Preston

Arsenal-Liverpool

Brighton-Hull

Cardiff-Wigan

Sheffield Wednesday-Charlton

Sunderland-Southampton

Everton-Swansea