Nú bragdaði hjá Danmark

Danmark vann ímóti Russlandi, meðan Íslandi og Svøríki mistu stig.

Danska hondbóltslandsliðið hjá monnum vann í kvøld ímóti Russlandi í HM-kappingini í Katar. Sigurin var umráðandi í mun til at fáa lættari mótstøðu í víðari spælinum. Úrslitið gjørdist 31-28 til danir eftir at teir í hálvleikssteðginum vóru á odda 16-8.


Liðini fylgdust til støðuna 8-8, tá ið Danmark gjørdi eitt rimmar hál og slapp til hálvleiks á odda 16-8. Í seinna hálvleiki nærkaðist Russland, men teir fingu ongantíð samband og Danmark streyk avstað við 31-28-sigri.


Verri gekst norðurlondunum í bólki C. Ísland fekk púra óvæntaðan 36-25-avsmurning frá Kekkia, meðan Svøríki einans fekk javnt 25-25 ímóti Egyptalandi. Nevnast skal, at Svøríki eina løtu í seinna hálvleiki var aftanfyri við fimm málum.


Leygardagin spælir Danmark ímóti Póllandi, meðan Svøríki og Frakland dystast um at gerast bólkavinnari í bólki C. Ísland skal møta Egyptalandi, og skulu íslendingar gera sær vónir um at røkka 1/16-finaluni, so er ein sigur eitt krav.