Nú boykotta vit Russland

Kunngerðin um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina er nú lýst

Í morgin koma føroysku revsitiltøkini ímóti Russlandi í gildi. Føroyar boykotta nú eftir sama lista, sum ES lond, ymsar vørur úr Russlandi og vørur til Russlands.

 

Men nógv tað mesta, sum føroyingar hava við russarar at gera er undantikið, tí revsitiltøkini snúgva seg ikki um russisk fiskiskip í føroyskum havnum og føroyskum sjógvi.

 

Farmaskipini, sum sigla russiska fiskin úr Føroyum og fyri ein stóran part suður til Afrika, eru ikki skrásett í Russlandi. Seinasta árið hevur bara eitt russiskt skrásett farmaskip verið í Føroyum eftir fiski frá russisku fiskiskipunum.

 

Kunngerðin við revsitiltøkum er 90 síður og kann lesast við at trýsta her.