Í ár skipaði Danmarks Radio fyri seinastu ferð fyri væl umtóktu X Factor sangkappingini. Tað er tó greitt, at X Factor í Danmark, sum eisini hevur verið eitt slag av X Factor hjá føroyingum, heldur fram.
Sjónvarpsrásin TV2 hevur yvirtikið X Factor konseptið, og nú bjóða tey inn til upptøkuroyndir. Eftir summarferiuna verða tríggjar innleiðandi upptøkuroyndir hildnar, og fólk og bólkar kunnu nú tekna seg til hesar upptøkuroyndir, sum verða hildnar í Aarhus, Odense og Keypmannahavn.
Á fyrstu upptøkuroyndunum syngja fólk ikki fyri dómarunum, men fyri fólki, ið skal gera av, um sangarar sleppa víðari til upptøkuroyndir við teimum kendu dómarunum.
Tey, sum ætla at luttaka í X Factor, skulu verða fylt 15 ár í seinasta lagi á ársskiftinum.