Nú bidda tey eisini Miðfloksatkvøður

Ongin annar flokkur fer á fólkating at tosa søk ófødda barnsins – ikki ein!

Aftaná veljarakanningina í dag eru stóru flokkarnir farnir at dyrgja eftir og bidda sjálvt Miðfloksatkvøður. Gamalt agn verður brúkt, men gloym ikki, at hvussu enn víkur og vendur, so eru allar atkvøðurnar fyri tveimum av teimum stóru flokkunum burturspiltar, tí umboðini á fólkating eru bert tvey!

 

Og ikki mugu vit gloyma, at:

 

Ongin annar flokkur fer á fólkating at tosa søk ófødda barnsins- ikki ein!

 

Ongin annar flokkur fer á fólkating at tosa sak teirra gomlu og sjúku móti deyðshjálp- ikki ein!

 

Ongin annar flokkur fer á fólkating at verja Guðgivna sambandið millum kvinnu og mann- ikki ein!

 

Ongin annar flokkur fer á fólkating at tosa søk ísraelsmanna, tá øll onnur loypa á útvalda fólk Guds- ikki ein!

 

Og vit kundu hildi á at víst á, hví atkvøða tín fyri Miðflokkin ikki kann seljast!

 

Hon hevur eitt virði, sum ikki kann metast!

 

Jenis av Rana

 

Formaður Miðfloksins