Nú ber til at søkja um hjálp

Søkjast kann um hjálp til at halda føðingardag fyri børnum og til at lata tey sleppa at íðka eitt frítíðarítriv

 

Innsavningin “Meðan við bíða” hjá Miðlahúsinum sæst nú aftur í ítøkiligum átøkum, sum gera gerandisdagin hjá børnum í fíggjarliga sperdum familjum, lættari.

 

Tað staðfesta tey í felagsskapinum, Í menniskjum góður tokki. Og tey bjóða nú familjum, sum eru illa fyri fíggjarliga, at søkja um hjálp. Søkjast kann um hjálp til at halda føðingardag fyri børnum og til at lata børnini sleppa at fáa sær eitt frítíðarítriv.

 

Børn í familjum í fíggjarliga trongum korum, merkja ógvuliga væl tær avmarkingar, sum ein fíggjarliga trongstøða hevur við sær, og hetta er tískil ein roynd at bøta um gerandisdagin hjá hesum børnum, sigur felagsskapurin.

 

- Søkjast kann um hjálp til júst tað frítíðarítrivið, sum barni hevur hug til. Tað kann vera alt frá fótbólti til drama, dans og skótar.

 

- Ætlanin er, at barnið skal kunna taka lut á jøvnum føti við onnur børn, og Í menniskjum góður tokki setur seg í samband við tey, sum standa á odda fyri frítíðarvirkseminum, sum barni ynskir at ganga til og avgreiðir alt tað praktiska. Í menniskjum góður tokki hjálpir eisini við ítróttarklæðum og útgerð í samband við frítíðarvirksemi.

 

- Øll børn eiga at gleða seg til føðingardagin. Í menniskjum góður tokki fer tí at geva børnum, sum ikki hava ráð at halda føðignardag eina hjálpandi hond.

 

Føðingardagshjálpin er eitt gávukort til ein matvøruhandil, leikuhandil og annað, sum skal til fyri at halda ein góðan og hugnaligan føðingardag saman við vinum og familju.

 

Foreldur, sum eru fíggjarliga illa fyri, kunnu søkja um hjálp til frítíðítriv og barnaføðingardagar á www.takk.fo

 

Men tað ber framvegis til at hjálpa hesum familjum við at stuðla innsavningini hjá Miðlahúsinum, fíggjarliga, við at flyta eina peningagávu á 6460-540.245.1. Tað ber eisini at stuðla við at senda eitt sms-boð til 1940 við boðunum BARN. Tá letur tú 50 kr. til endamálið.