Nú ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss

Til og við 19. august 2021 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.

 

 Enn er møguleiki at søkja inn bachelor- og masterútbúgvingar umframt hjánám í 2021, tí fleiri útbúgvingar hava enn tøk lestrarpláss. 

 

Hetta skrivar Fróðskaparsetrið á setur.fo.

 

Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss. Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til upptøkuna fyrr í summar. Upptøkutreytirnar til einstøku útbúgvingarnar eru at finna á útbúgvingarsíðunum á heimasíðuni hjá setur.fo.

 

Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:

 

Bachelor

 

Búskaparfrøði

 

Føroyskum

 

Politikkur og umsiting

 

Samfelagsvísindi

 

Søga

 

Verkfrøði

 

Master

 

Føroyskt

 

Leiðsla og skipan

 

Politikkur og umsiting

 

Samfelagsvísindi

 

Søga

 

Hjánám

 

Føroyskum

 

Samfelagsvísindi

 

Søga