Húsameklarafyritøkan Skyn er nú komin við eini app, har tú kanst fáa allan sølulistan av sethúsum beint í lógvan.
– Nógv kenna tað aftur. Tá man er bústaðarleitandi, gongur ikki ein løta uttan, at man hugsar um sítt komandi heim. Er nøkur nýggj ogn í økinum? Er nakað nýtt boð komið? Tað er kensluborið, og tað kann eisini vera ein long og strævin tíð, siga tey á Skyn.
Tí ahva tey ment eina nýggja app, har tað ber til at leita, velja til og sálda frá. Talan er um app, sum kann heintast bæði á App Store og Google Play.
Samstundis hevur Skyn fingið spildurnýggja heimasíðu, ið betrar upplivingina hjá øllum kundum.









