Nú bar til hjá Ronaldo

Premier League: Cristiano Ronaldo kom á máltalvuna, tá Manchester United í gjár vann 1-0

Ein útsettur dystur var í Premier League í gjár. Manchester United vann 2-0 á Brighton og hevur vunnið seg í topp fýra – í eina løtu hvørtfall. Tað tók eina løtu hjá heimaliðnum at koma í gongd, men í seinna hálvleiki skoraði fyrst Cristiano Ronaldo, og síðani setti Bruno Fernandes punktum sjey minuttir inni í yvirtíðina. Millum málini fekk Lewis Dunk hjá Brighton reytt kort.

 

Í nógv ár hava Cristiano Ronaldo og Lionel Messi verið heimsins bestu spælarar. Tað er ikki heilt tilfeldið í dag, men teir eru nokk kappingarneytar, hóast teir eru komnir nakað upp í árini. Í 2022 hevur Cristiano Ronaldo ikki rakt málið, men í gjár skoraði hann í sama minutti, sum Lionel Messi brendi brotsspark móti Real Madrid.

 

Cristiano Ronaldo hevur nú skorað 21 ár upp í slag.

 

1Man City25203261:1463
2Liverpool24166261:1954
3Chelsea24138348:1847
4Man Utd25127640:3243
5West Ham25125844:3341
6Arsenal22123734:2539
7Wolves23114821:1737
8Tottenham22113828:2936
9Brighton24712525:2533
10Southampton24611730:3729
11Leicester2276936:4127
12Aston Villa23831231:3627
13Crystal Palace24511832:3526
14Brentford25661326:4024
15Leeds23581027:4623
16Everton22641228:3822
17Newcastle23491025:4421
18Norwich City24451514:5017
19Watford23431623:4315
20Burnley21111917:2914